Logga á Kontoavrit

Nema.fo slogan


Tlf. 347 200
www.senta.fo

 

Senta er ein vitanarrík og framkomin KT-fyritøka, ið bjóðar vinnulívinum um alt landið KT-tænastur á øllum økjum – alt frá telduútgerð, kopimaskinum, smartboard og uppvørpum til ráðgeving og krevjandi KT-loysnir. Senta Financials er fíggjarstýringsloysn hjá Senta við lønarskipan, bókhaldi, goymslustýring, fakturering, søluskipan og nógvum øðrum.

 

 


Tl
f. 347 350
www.casa.fo

Casa innrættar Føroyar við skrivstovu- og sniðinnbúgvi. Casa bjóðar ráðgeving, innrætting og uppseting av góðskuinnbúgvi til skrivstovur, skúlar, stovnar og kræsin húski um alt landið. Við einum toymi av søluráðgevum og montørum telur heildarupplivingin hjá kundanum alt fyri okkum.

 


Tlf. 347 380
www.kvasir.fo

 

Kvasir er skeiðsveitari til fyritøkur og stovnar um alt landið. Við  royndum skeiðshaldarum hvessa vit tykkara førleikar innan KT, marknaðarføring og leiðslu, eins og vit tryggja eina spennandi og fjølbroytta skeiðsskrá. Kvasir skipar somuleiðis fyri serskeiðum til fyritøkur og bólkar.

 


Tlf. 347 300
www.city.fo

City er teldu- og skrivstovumarknaður til vinnulív, stovnar og húski. Hugmyndin er, at alt til skrivstovuna og meira afturat fæst á einum stað. City hevur tríggjar deildir um landið – í Tórshavn, Klaksvík og Runavík, umframt nethandilin city.fo og útkoyringartænastu. Allir City handlar hava Fyrstuhjálp, ið skjótt kann loysa tínar teldutrupulleikar.


Tlf. 347 280
www.att.fo

Atlantstøkni er eitt ráðgevingar- og menningarhús, ið veiti fyrisitingarligar KT-loysnir til tað almenna og vinnulívið. Atlantstøkni hevur seinnu árini víst altjóða dygdir við at lyfta sjálvt størstu KT arbeiði. Vælútbúgvið og roynt fólk er eitt eyðkenni við Atlantstøkni.

 

 


Tlf. 347 150
www.sendistovan.fo

 

Sendistovan umboðar viðskiftafólk í samskiftismálum. Á Sendistovuni eru allir førleikar savnaðir á einum stað, og vit veita heildartænastu innan ráðgeving, sniðgeving, samskifti, marknaðarføring,heimasíður, online lýsingar, livandi lýsingar, prent, skeltaframleiðslu, innrætting, deko og uttanduralýsingar.